Flogskiparar: Nógvir av okkara limum kunnu vænta eina uppsøgn

Flogskiparafelag Føroya hevur skipað nýggja nevnd. Ein av uppgávunum komandi dagarnar verður soleiðis fyrst og fremst at koma í eitt konstruktivt samskifti við Atlantsflog, verður sagt

Rúni Højgaard, formaður í Flogskiparafelag Føroya (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Rúni Højgaard, formaður í Flogskiparafelag Føroya (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-05-16 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kjalarvørrinum av kungjørdu hópuppsagnunum frá Atlansflogi fyrr í vikuni, valdi nevndin í Flogskiparafelag Føroya at kalla limirnar inn til eyka-aðalfund.

Fundurin var hildin í gjárkvøldið, og millum annað vóru vánaligu útlitini í tjóðarfelagnum umrødd. Eisini var nýggj trýmanna nevnd var vald, og hon er nú mannað soleiðis: Hans Christian Petersen, sum er afturvaldur, Johan í Niðristovu, nývaldur, og Rúni Højgaard, nývaldur.

Inn sum tiltakslimir komu Thomas Bo Petersen, nývaldur og Jógvan Eli á Høvdanum, afturvaldur.

Nevndin hevur skipað seg við Rúna Højgaard sum formanni.

- Nýggja nevndin ásannar, at komandi tíðin verður sera avbjóðandi fyri flogvinnuna sum heild, og nógvir av limunum í Flogskiparafelag Føroya kunnu vænta eina uppsøgn áðrenn 31. mai, sigur felagið.

Ein av uppgávunum hjá felagnum verður komandi dagarnar fyrst og fremst at koma í eitt konstruktivt samskifti við Atlantic Airways, við tí fyri eyga at varðveita so nógv størv sum gjørligt, og samstundis tryggja, at galdandi ásetingar í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya verða virdar í uppsagnartilgongdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder