Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt semju við Súluna um nýggjan tvey-ára sáttmála fyri flogternur, og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hava gjørt semju við Føroya Handverkarafelag og Føroya Flogteknikarafelag um nýggjan sáttmála fyri flogteknikarar.
Í báðum førum er semja um eina lønarhækking tann 1. oktober 2024 á 4,32 prosent og tann 1. oktober 2025 á 3,87 prosent.
Karmurin á 8,19 prosent er á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini, skrivar Vinnuhúsið.
Semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súluna (Mynd: Industry.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald