Uttanlands

Flogvøllurin í Hong Kong latin upp aftur

Kina skýrir mótmælistiltakið á flogvøllinum at verða líknandi yvirgangi

Løgreglufólk á altjóða flogvøllinum í Hong Kong

Løgreglufólk á altjóða flogvøllinum í Hong Kong

2019-08-14 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er framvegis ófriðarligt í Hong Kong, og fleiri túsund mótmælisfólk syrgdu í gjár fyri, at flogferðslan á flogvøllin annan dagin á rað var órógvað - í gjár varð flogvøllurin heilt stongdur av.

Les eisini: Mótmælini halda fram 

Í nátt lat flogvøllurin upp aftur. Hetta vátta flogvallamynduleikarnir fyri Reuters, ið eisini boðar frá, at tað nú er eitt fyri foboð sett í verk, sum skal forða fólki í at órógva flogferðsluna aftur.

Í Kina er ónøgdin stór um mótmælini, sum í stóran mun snúgva seg um júst Kina. Tað er í samband við hendingarnar á flogvøllinum í gjár kallað fyri yvirgangslíknandi atgerðir. Serliga snúi tað seg um, at tvey fólk vórðu álopin av mótmælisfólki. Hetta skrivar AFP tíðindastovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder