
Málið um Suðuroyartunnilin er av álvara komið á breddan aftur, og tað varð eisini í sendingini "Breddin" í Kringvarpinum fyrr í dag.
Har varð millum annað víst á ymiskar trupullekar við stóru verkætlanini - millum annað kostnaðarmetingar og tvørandi kanningar. Men eisini um ymiskar møguleikar.
Til ber at hoyra alla sendingina her
Mánadagin fingu løgtingslimir kunning um nýggju skjølini og nýggju kanningarnar. Hetta var serliga tær møguligu farleiðirnar, og í morgin skal hvør flokkur geva løgmanni sína tilmæli um, hvørja farleið - hvørja linjuføring - teir meta er besta: Tì upprunaliga, tí alternativu ella eina blanding av báðum. Har er millum annað ein møguleiki at taka Skúvoynna við.
Í Breddanum í dag gjørdist greitt, at summir flokkar eru ivaleysir, meðan aðrir seta spurnartekin ella stór spurnartekin.
Miðflokkurin tekur undir við ætlanini hjá Akseli V. Johannesen um, at farleiðin skal vera úr Djúpadali til Sandvíkar. Tað ger Sambandsflokkurin eisini - tó ikki við somu sannføring.
- Sum at spæla við heimadómara
Bjarni Hammer úr løgmansflokkinum, sum púra greitt stuðlar verkætlanini, førdi eisini síni sjónarmið fram í sendingini. Har gjørdi Liljan Weihe aftur greitt, at hon heldur, at alt er ov óvist, og at framferðarhátturin hevur verið skeviur:
- Vit hava ikki umrøtt tað í flokkinum (hvørja linjuføring man hevði peikað á, red.). Men fyri mín part kann eg siga, at eg haldi, at tíðin er alt ov knøpp. Vit høvdu ikki fingið innlit í skjølini, tá vit sluppu at seta spurningar til Nord Consult mánadagin - tá fær man ikki sett skikkaðar og kritskar spurningar til hesi skjølini, staðfestir Tjóðveldistingkvinnan og heldur fram.
- Harafturat haldi eg tað vera skeivt, og tað havi eg gjørt greitt fleiri ferðir, at P/F Suðuroyartunnilin gjørdi kanningina. Tað er sum at spæla við heimadómara..og ikki bert tað: Man gjørdi eitt heilt forprojekt fyri aðru leiðina og ikki fyri hina.
Harvð vísir Liljan Weihe á, at eftir hennara sjónarmiði tykiskt avgerðin um at farleiðin skal vera úr Djúpadali til Sandvíkar at vera tikin áðrenn - hóast nógvar óvissur eru.
Liljan Weihe úr Tjóðveldi hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hon heldur tað vera skeivt at gera Suðuroyartunnilin í verandi støðu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald