Innanlands

Flokkurin á tøknibreytini slapp kortini á námsferð

Eftir at We Travel fór á húsagang, varð ivasamt um túrurin til Prag fór at verða til nakað, men stuðul frá fyritøkum og stovnum gjørdi munin

Flokkurin, sum misti næstan 250.000 krónur - her á sínari námsferð (Mynd: Norðlýsið)

Flokkurin, sum misti næstan 250.000 krónur - her á sínari námsferð (Mynd: Norðlýsið)

2019-09-18 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint eftir Ólavsøku gjørdist greitt, at We Travel var farið á húsagang. Hetta hevði avleiðingar fyri nógv, ið tá vóru á túri, ella sum bíðaði at sleppa á eina ferð, sum varð bíløgd gjøgnum ferðskrivstovuna.

Les eisini: 
Flokkur á tøknibreytini í Klaksvík mist áleið 250.000 krónur
Í greinini, ið víst verður til her, stendur at námsferðin var til Kroatia. Tað var eisini ætlanin at fara til Kroatia, men talan gjørdist tó um túr til Prag, tí tá stuðulin var komin uppá pláss, var næstan einki í Evropa tøkt uttan kekkiski høvðusstaðurin.

Millum annað rakti hetta næmingarnar á T3B á Tøknibreytini Tekniska Skúla í Klaksvík, sum eftir summarfríitíðina byrjaðu á 3. árið. Tær áleið 250.000 krónurnar, sum vórðu savnaðar inn til námsferðina, vórðu mistar, og so noyddist flokkurin at finna uppá okkurt annað

- Sum eina roynd sendu vit umbøn um stuðul til fyritøkur og stovnar, og við framúr vælvild og hjálpsemi, eydnaðist tað at savna pening inn, so at vit kundu fara á ógloymandi miðnámsferð í Prag.

Les alt takkarskrivið hjá T3B á Norðlýsinum


Rættað og dagfært 09.46

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder