
23. juni stovnaði Inger Støjberg flokkin Danmarksdemokraterne, og í morgun - átta dagar seinni - varð kunngjørt, at hann kann stilla upp til næsta fólkatingsval, ið verður í seinasta lagi næsta summar.
Í Danmark skulu í minsta lagi 20.182 sonevndar "vælgererklæringer" - undirskriftir - koma uppá pláss, um ein nýggjur flokkur verður góðkendur.
Næsta fet hjá Støjberg er at fáa góðkenning frá Indenrigs- og Boligministeriet og ein floksbókstav.
TV2 skrivar í dag, at hetta er tað sama, sum Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne gjørdu í mars, og tað er nú so at siga heilt greitt at hesir báðir nýggju flokkarnir verða á listanum til næsta val.
Inger Støjberg hevur áður verið í Venstre, har hon var næstforkvinna síðstu árini. Eisini hevur Støjberg verið ráðharri. Hon var tó dømd í ríkisrætti - 60-daga fongsulsrevsing - fyri at hava givið ólólig boð í leiklutinum sum ráðharri og varð av fólkatingslimum skýrd at vera óegnað til at vera í fólkatinginum.
Hetta forðar tó ikki henni í at stilla uppaftur, og hesuferð verður tað við egnum flokki og eisini við limum, ið áður hava verið í Dansk Folkaparti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald