Innanlands

Fluttu skotskan fiskimann á landssjúkrahúsið

Tyrlan hjá Atlantsflog fór eftir manninum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-09-04 11:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár nakað fyri middag boðaði ein skotskur trolari frá, at ein av manningini hevði fingið skaða í hondina, og hevði tørv at koma undir læknahond. Skipið var statt 50 fjórðingar sunnan fyri Føroyar

Tyrlan hjá atlantsflogi fór eftir manninum og flutti hann á Lanssjúkrahúsið. Bjargingarátakið tók 2 tímar og 10 minuttir upplýsir Vørn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder