2020-08-27 15:58
Tað er torført at fáa handverkarar, nú koronasmittan herjar, og tí er arbeiðið á nýggju politistøðini í Havn nógv seinkað.
Eftir ætlan skuldi løgreglan flyta inn í nýggju støðina 1. august, men so bleiv ikki. síðani var ætlanin, at tað skuldi vera 1. desember, men eisini tann ætlanin verður av ongum.
Michael Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið at løgreglan ikki flytir inn fyrr enn 15. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald