Mentan

FM1 loddar dýpið á G! klokkan 17

Sent verður beinleiðis av festivaløkinum í Syðrugøtu. Vertur er Petur Asbjørn Lervig

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-19 12:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 17 í dag loddar FM1 dýpið á festivaløkinum í Gøtu. Prátað verður við fyriskiparar, festivalgestir og onnur.

G! festivalurin er komin væl í gongd eftir tveir dagar við hugna og konsertum. Satt at siga byrjaði longu mikudagin, tá tjaldarar fluttu inn á tjaldingarøkið í Norðragøtu.

Fyrstu konsertirnar vera frá klokkan 16, og so koyrir tað slag í slag til klokkan 3 í nátt.

Millum stóru nøvnini í dag eru Kaleo og Hallur Joensen, sum uttan iva fara at savna nógv fólk á Gøtusandi.

[object Object]Petur Asbjørn Lervig (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Asbjørn Lervig er vertur í sendingini, sum byrjar á FM1 klokkan 17.

Lurta eftir FM1 her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder