Seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið enn eina fráboðan um fólk, sum skjóta við plastkúlum eftir øðrum.
Tað var í Havn, at onkur boðaði frá, at hann var blivin raktur av kúlum, sum fólk høvdu skotið úr einum bili.
Vanliga verður hetta revsað við bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, og hald verður lagt á leikurnar, sum verða brúktar at skjóta við.
Í hesum førinum fann løgreglan tó ikki fram til, hvør tað var, sum hevði skotið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at tað er nærum dagliga, at tey fáa slíkar fráboðanir.
Hann undirstrikar, at tað er sjálvandi í lagi, at fólk keypa sær slíkar leikur at spæla við, men tá tey byrja at skjóta eftir øðrum fólki á hendan hátt, er tað ólógligt.
Løgreglan hevur fyrr gjørt vart við, at tað kann m.a. vera vandamikið, um ein persónur verður raktur í eygað av kúlunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald