2020-08-08 14:50
Nú kunnu fólk í Skúvoy eisini fáa ókeypis koronakanning. Seinnapartin fóru Thetis og tyrlan nevniliga til Skúvoyar at gera kanningar.
Les eisini: Talið á kanningum hjá Thetis setti aftur met í gjár
Útoyggjafelagið sigur, at hetta er eitt gott og sera átrokandi tiltak, sum skývoyingar eru takksamir fyri.
Sambært Kringvarpinum er ein tilburður staðfestur í oynni.
– Tryggleiki í smáu utoyggja samfeløgunum er altavgerandi, og tí verður arbeitt við at fáa hesa tænastu til allar útoyggjar, skrivar Útoyggjafelagið á Facebook.
Les eisini: Fugloyar kommuna við áheitan til vitjandi og ferðafólk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald