Innanlands

Fólk parkera ófantaligt

Tað vísir seg at fólk í fleiri førum bara tveita bilarnar frá sær, og hetta er meira enn so til ampa fyri størri akfør sum skulu ígjøgnum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-09-27 09:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein daglig uppgáva hjá løgregluni er at seta seg í samband við bileigarar, tí fólk bara hava parkera bilin sum best ber til.

Vaktleiðarin á løgregluni í morgun sigur at bilarnir eru vorðnir so nógvir nú, at hetta er ein daglig uppgáva. Størri bilar so sum betongbilar sleppa ikki ígjøgnum, og vit mugu tí ringja til bileigarar og fáa teir at flyta sínar bilar.

- Tað er umráðandi at fólka hugsa seg um, tá tey seta bilin frá sær. Um stórir bilar ikki sleppa framvið, flyt so bilin, ljóðar áheitanin frá vaktleiðaranum.

Størri akfør kann í onkrum førum eisini vera sløkkiliðsbilar til dømis.

Trupulleikin er í mestan mun í Havn, men tað kemur eisini fyri aðrastaðni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder