Fólkaflokkurin missur og Framsókn fær

Nakað av atkvøðum eru fluttar frá Fólkaflokkinum til Framsókn, um exit-kanning hjá Kringvarpinum er álítandi.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 20:27 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Valhølini eru latin aftur, og uppteljingin er so smátt farin í gongd á løgtingsvalinum í dag 8. desembur 2022.

Javnaðarflokkurin er størsti flokkur við 25,2 prosentum av atkvøðunum sambært exit-kanningini. Næststørsti flokkur er Fólkaflokkurin við 20,9 prosentum. Soleiðis kann sigast, at Fólkaflokkurin er komin fyri seg eftir kreppuna í flokkinum herfyri.

Fólkaflokkurin er tó samstundis størsti tapari, tí sambært kanningini missur hann 3,6 prosentstig, um vit samanbera við løgtingsvalið í 2019.

Serliga merkisvert er, at Framsókn gongur fram við 3,7 prosentstigum. Tað gevur eina ábending um, at onkrar atkvøður kanska eru farnar frá Fólkaflokkinum til Framsókn í samband við støðuna, sum var í Fólkaflokkinum herfyri. Um tað er Sólvit Nolsøe, sum hevur hálað atkvøður yvir í Framsókn, kunnu vit ikki siga so nógv um enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder