2020-11-10 23:35

Fólkaflokkurin og Sjálvstýri hava í kvøld gjørd samstarvsavtalu um at skipa komandi býráðið í Klaksvík.
- Vit hava bjóða Fólkaflokkinum borgarstjórasessin, meðan vit fáa varaborgarstjóran, segði Jógvan Skorheim fyri kringvarpinum fyri løtu síðani.
Hvør verður borgarstjóri er enn óvist.
Toppskorari á fólkaflokslistanum er árnfirðingurin Atli Justinussen, men hann hevur biðið um at sleppa at sova upp á tilboðið áðrenn hann ger av um hann tekur av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald