
Fólkaflokkurin gjørdist vinnarin á býráðsvalinum í Klaksvík. Listi A fekk 1.276 atkvøður og fimm umboð í býráðnum, ein fleiri enn í sitandi býráði.
Hóast Jógvan Skorheim, borgarstjóri, gjørdist toppskorari við 401 persónligum atkvøðum, so gjørdist Sjálvstýri taparin á valinum. Flokkurin hjá Jógvani Skorheim fór úr fýra niður í tvey umboð í býráðnum.
Jógvan Skorheim
Javnaðarflokkurin varðveitti tvey umboð, Tjóðveldi varðveitti eitt umboð, og Sambandsflokkurin verður aftur umboðaður í Klaksvíkar býráði við einum umboði.
Okkurt bendir sostatt á, at Fólkaflokkurin aftur fær borgarstjóran í Klaksvík eftir tvær setur við Jógvani Skorheim sum borgarstjóra.
Gunvá við Keldu hevur fyrr sitið sum borgarstjóri fyri Fólkaflokkin, men hon er ikki fyrst vald á fólkaflokslistanum hesaferð. Tann status hevur árnfirðingurin Atli Jusstinussen tikið frá henni.
Tey valdu fyri Fólkaflokkin eru:
Atli S. Justinussen 224
Gunvá við Keldu 196
Oddmar á Lakjuni 192
Eyðstein Ó Poulsen 142
Tey valdu fyri Sjálvstýri:
Jógvan Skorheim 401
Óli Matras Lassen 84
Tey valdu fyri Javnaðafrlokkin:
Signhild V. Johannesen 319
Tummas Lervig 80
Vald fyri Tjóðveldi:
Annika S. Biskupstø 112
Valdur fyri Sambandsflokkin:
Karl Haldorsson Johansen 230
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald