Innanlands

Fólkaflokkurin verður stóri vinnarin

Úrslitini frá Havnini og Klaksvík ikki váttað enn

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-31 23:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyribils valúrslitið, bygt á enn óváttað úrslit fyri Klaksvík og Tórshavn er nú upptalt.

Hetta er uttan tær persónligu atkvøðurnar.

Og úrslitið er, at Fólkaflokkurin verður stóri sigursharri til valið í ár við 24,2 prosentum av atkvøðunum. Allir hinir flokkarnir síggja út til at aftur í mun til seinasta løgtingsval.

Fólkaflokkurin fær 8 tingfólk.

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa 7

Tjóðveldi 6

Framsókn og Miðflokkurin 1

og Sjálvstýri fær 1, og tað verður Kristin Michelsen.

Harvið er eisini greitt, at núverandi andstøðan á tingi fær 18 tingfólk, meðan samgonguflokkarnir fáa 15. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder