Innanlands

Fólkafundur á Háskúlanum ólavsøkuaftan

Í ár verður fundurin hildin í túninum og røðan verður á trappuni – Í ár er tað Paula Gaard, miðnámsskúlalærari og PhD-lesandi í bókmentum, sum heldur røðuna

Mynd: Føroya Fólkaháskúli

Mynd: Føroya Fólkaháskúli

2020-07-26 17:13 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 1912 hevur Føroya Fólkaháskúlafelag á hvørjum ári skipað fyri fólkafundi á háskúlanum ólavsøkuaftan, og soleiðis verður eisini í ár, hóast hendan ólavsøkan verður so nógv øðrvísi, enn vit annars kenna hana.

Í ár verður fólkafundurin á Háskúlanum hildin í túninum, og røðan verður á trappuni við høvuðsinngongdina, boðar Føroya Fólkaháskúlafelag frá í tíðindaskrivi.

Røðari hesuferð verður Paula Gaard, miðnámsskúlalærari og PhD-lesandi í bókmentum.

– Fólkafundurin verður hildin eftir tilmælum og á besta hátt eftir umstøðunum, og vit vænta at fáa eina góða løtu saman í túninum á Háskúlanum klokkan 18 ólavsøkuaftan.

Føroya Fólkaháskúlafelag varð stovnað 28. juli 1912 við umleið 100 limum og hevur havt stóra undirtøku kring alt landið. Tá undirtøkan var størst hevur limatalið verið væl yvir 1000.

Fólkafundurin ólavsøkuaftan er almennur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder