Innanlands

Fólkakirkjan: Avmarkið komfirmationa til tey allar nærmastu

Leiðslan í Fólkakirkjuni heitir á foreldur og avvarandi um at halda tilmælini, og eisini at avmarka veitsluna til tey allar nærmastu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-09-22 23:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leiðslan í Fólkakirkjuni heitir inniliga á foreldur og avvarðandi við bøn um, at tilmælini frá Pál Weihe, yvirlækna, og Michael Boolsen, Føroya Landfúta, í Kvf. í kvøld, tann 22. september 2020, verða tikin í størsta álvara.

Tað er týdningarmikið at tey ungu verða konfirmerað sum ætlað. Tað andaliga ella kirkjuliga er ein týðandi partur av samleika teirra ungu. Tess vegna eru tað tey kirkjuligu atlitini, ið leiðslan fyrst og fremst hugsar um.

Men, konfirmatiónin byrjar í kirkjuni og heldur síðan fram í tí heimliga. Tess vegna mæla undirritaðu staðiliga til, at tann sosiala samveran eftir sjálva konfirmatiónina verður avmarkað til eitt so lágt tal sum møguligt.

Frástøða, reinføri og nýtsla av spritti eru alneyðug.

Í hesi Covid-19 tíð eiga vit sum kirkja enn einaferð at kenna samfelagsliga ábyrgd saman við so mongum øðrum samkomum og felagsskapum. 

Við atliti at konfirmatiónini mæla vit til, at tann sosiala samveran og veitslan verða avmarkað til tey allar nærmastu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder