Innanlands

Fólkakirkjan missir støðugt undirtøku

Undir 80 prosent av fólkinum eru nú limir í fólkakirkjuni

2020-05-26 12:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast talið av limum í føroysku fólkakirkjuni er økt úr 39.466 í 2014 til 41.272 á nýggjárinum, so er lutfalsliga undirtøkan fyri fólkakirkjuni minkandi.

Tølini vísa, at vøksturin av limum í fólkakirkjuni ikki fylgir lutfalsliga vøkstrinum í fólkatalinum í Føroyum.

Tí hetta sama tíðarskeiðið er prosentvísa mongdin av limum í fólkakirkjuni í mun til fólkatalið fallið úr 82,0 prosentum í 2014 til 79,1 prosent 1. januar 2020. Seinastu 20 árini er lutfalsliga limatalið í fólkakirkjuni minkað góð fimm prosentstig.

Hetta vísa seinastu dagføringarnar av hagtølunum fyri fólkakirkjuni hjá Hagstovu Føroya.

Limatalið hjá fólkatalið er minkað í øllum kirkjusóknunum.

Heimabeitið hjá bispi missir mest
Flest kirkjulimir eru í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi meðan fægst limir eru í Norðoya vestara prestagjaldi.
Soleiðis sær undirtøkan hjá fólkakirkjuni út í prosentum í mun til talið av borgarum í landinum. Talið í klombrum er fyri 2001):

Norðstreymoyar eystara, 91,3 (Norðstreymoyar 92,1)
Vága, 90,1 (94,7)
Sandoyar, 89,5 (93,7)
Norðstreymoyar vestara, 86,2 (Norðstreymoyar 92,1)
Suðuroyar norðrara, 86,1 (88,9)
Sjóvar, 85,2 (94,8)
Suðuroyar sunnara, 84,4 (87,0)
Eiðis, 81,9 (89,0)
Suðurstreymoyar eystara og vestara, 79,7 (85,1)
Nes, 79,1 (83,2)
Suðurstreymoyar norðrara, 77,7 (-)
Fuglafjarðar, 76,2 (81,1)
Glyvra, 73,4 (77,9)
Norðoya eystara, 62,1 (67,1) 
Norðoya vestara, 61,7 (67,5)

Úr tølunum kann lesast, at tað eru økini, har fríkirkjurnar – serliga brøðrasamkoman – standa sterkar, at fólkakirkjan hevur fægst limir.

Eitt sermerkt við hesum tølum er, at Sjóvar prestagjald – heimasóknin hjá Jógvani Fríðriksson, biskupi – er tann sóknin, har fólkakirkjan hevur mist flest limir síðan aldarsskiftið. Missurin 9,6 prosentstig.

Í 2001 var Sjóvar prestagjald tað prestagjaldið, sum hevði lutfalsliga flest kirkjulimum í landinum.

Roknast kann við, at orsøkin skal finnast í, at ein fríkirkjusamkoma, Keldan í Skálafirði, hevur havt stóra framgongd hetta tíðarskeiðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder