Innanlands

Fólkaskúlanum manglar íløgur til neyðugar dagføringar

Yvir ein millión varð skorin av av í viðgerðini í fíggjarnevndini í fjør - fólkaskúlin skal spara góðar fimm milliónir krónur á fíggjarlógini næsta ár. Jacob Eli S. Olsen hartar politisku skipanina og ætlanirnar

Orð og gerðir samsvara ikki og nógv skal nútímansgerast, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Orð og gerðir samsvara ikki og nógv skal nútímansgerast, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-10-11 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heldur enn íløgur í fólkaskúlan, so hava vit seinastu tíðina sæð sparingar í fólkaskúlanum. Í viðgerðini í fíggjarnevndini í fjør vóru 1,2 milliónir skornar av játtanini til fólkaskúlan.

- Politiski myndugleikin hevur leingi forsømt fólkaskúlan; tí manglar skúlanum neyðugar dagføringar og íløgur á fleiri økjum, soleiðis at hann kann møta teimum krøvum, sum verða sett, og tørvinum, sum børn og ung hava í dagsins samfelag.

Hetta skrivar Jacob Eli S. Olsen í nýggjasta Skúlablaðnum. 

Formaðurin í Føroya Lærarafelag er sum vera man nakað ónøgdur við, at fólkaskúlin ikki er hægri raðfestur í fíggjarlógaruppskotinum. Hetta ger hann eisini greitt fyri Kringvarpinum í dag.

- Tað er ikki samanhangur millum tað, sum landsstýrismaðurin við undirvísingarmálum sigur, og tað sum samgongan vísir í fíggjarlógaruppskotinum. 

Fólkaskúlin skal eisini spara beint yvir fimm milliónir næsta ár. Hetta hongur ikki saman við, at tað í roynd veru skulu gerast fleiri íløgur í ymiskt, sum ikki er dagført, vísir formaðurin á. Hetta inniber millum annað ætlaðu tvílæraraskipanina hjá Djóna Nolsøe Joensen.

- Politiski myndugleikin hevur leingi forsømt at veita fólkaskúlanum neyðugu játtanina, so at fólkaskúlin kann dagførast og byggjast út til økta tørvin. Tað er brúk fyri nýggjum og dagførdum námsætlanum, tað mangla serútbúnir lærarar, tað er ikki lagt upp fyri í játtanini til fólkaskúlan, at tað eru fleiri serflokkar og fleiri børn, sum eru komin til Føroya uttan úr heimi og tí krevja serliga undirvísing.

Til ber at lesa allar útsagnirnar hjá Jacob Eli S. Olsen á skulabladid.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder