1. juni í ár var fólkatalið 52.562 sambært Hagstovuni.
Talan er um ein vøkstur á 830 fólkum í mun til 1. juni 2019 – ella 1,6 prosent.
Hetta kemur av einum burðaravlopi á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 563, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum. Nógv størsti vøksturin er í Tórshavnarøkinum.
Seinastu sjey árini hevur støðugur vøkstur verið í fólkatalinum. Í miðal leggjast 70 fólk afturat mánaðarliga. Sambært Hagstovuni er eingin ábending um, at korona hevur ávirkað gongdina.
Talið á føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men seinastu fimm árini hevur barnatalið ligið á uml. 54 mánaðarliga. Sostatt er føðitalið uml. 650 árliga.
Talið á deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.
Talan er sostatt um eitt burðaravlop á eini 20-25 fólk mánaðarliga.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald