Innanlands

Fólkatalið í Leirvík fer upp um 1000 fólk

Hans Marius og Birita við familju eru nýggjastu íbúgvarnir í Leirvík, og hevur hetta fingið íbúgvartalið í bygdini upp um 1000 fólk, skrivar Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2020-09-03 21:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Íbúgvartalið í Leirvík er í summar farið upp um 1000 fólk.

– Hans Marius og Birita við familju eru nýggjastu íbúgvarnir í Leirvík, og hevur hetta fingið íbúgvartalið í bygdini upp um 1000 fólk. Familjan flutti til Leirvíkar í summar, og sum íbúgvi nr. 1000 fingu tey gávueskju frá kommununi við nógvum góðum í, m.a. ein bovlingtími við mati og drekka til alla familjuna.

– Vit vilja fegin bjóða Hans Marius og Biritu og teirra 6 børnum hjartaliga vælkomin til Eysturkommunu, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Síðan miðskeiðis í 90’unum hevur tað verið ein støðugur vøkstur av íbúgvum. Í 1995 búðu 750 fólk í Leirvík, og nú er fólkatalið farið upp um 1000 íbúgvar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder