2019-12-04 12:44
Kringvarpið skrivar í morgun, at danska fólkatingið fer væntandi at játta 25,5 milliónir krónur til havgransking á Havstovuni.
Tað er Edmund Joensen, ið hevur skotið upp, at hetta verður gjørt, og tað er hansara skrivstova, ið boðar frá, at hetta sær út til at koma ígjøgnum.
Stjórnin og stuðulsflokkarnir í Danmark vilja lata játtanina yvir fýra ár: Fyrst 4,5 milliónir krónur komandi ár og síðani 7 milliónir krónur í 2021, 2022 og 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald