Norðurlendskir granskarar, sangarar og frásøgufólk lýsa ástarskaldskap – kvæði og frásagnir, bæði fakliga og listaliga á seminari í Havn vikuskiftið 15.-16. november.
Tað er “Nettverk for erotisk folkedikting i Norden”, sum skipar fyri.
Hetta er triðja og fyribils seinasta seminar í eini trý ára verkætlan, sum er fíggjað við stuðli frá Nordisk kulturkontakt, Nordisk kulturfond og Norsk kulturråd. Verkætlanin hevur havt til endamáls at menna ein tvørmentanarligan pall, har samband fæst í lag millum ymisk førleikaøki og máløki í Norðurlondum. Áður hava seminar verið hildin í Finnlandi og í Danmark. Tá “Nettverk for erotisk folkedikting i Norden” varð stovnað, var ynski at fáa í lag samstarv og sínámillum kunning um bæði fakligt og listaligt virksemi.
Umframt at geva íblástur, so geva seminarini høvi at menna persónlig sambond og vónandi framtíðar gransking í og miðlan av fólksligum ástarskaldskapi.
Seminarini viðgera og miðla frásagnir og tónleikatilfar um erotisk evni. Á ymsan hátt verður kannað, hvussu erotisk motiv verða brúkt í ymsum tekstsløgum, bæði sum myndamál og sum realistiskar lýsingar.
Eitt serstakt við hesi verkætlanini er samstarvið millum granskarar og tey, sum bera skaldskapin fram á ymsan hátt. Verkætlanin leggur seg eftir samstarvi og at royna ymsar hættir at miðla tvørtur um málslig og faklig mørk, og tí eru eisini bæði konsert og frásøgukvøld á skránni á Føroya Fólkaháskúla fríggjakvøldið, umframt almennur føroyskur dansur í Hornahúsunum leygarkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald