Innanlands

Fongslingin longd í fýra vikur

Ungu fólkini, sum eru undir illgruna fyri at hava framt harðskap móti barni skulu verða sitandi í varðhaldsfongsli

2023-11-08 14:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungu foreldrini, sum í løtuni sita fongslað fyri harðskap móti barni, skulu sita í inni í minst fýra vikur afturat.

Rætturin var í gjár settur, tí fongslingin, sum tey fingu fyri tveimum vikum síðani, gekk út. Rætturin tók undir við at leingja fongslingina við fýra vikum.

Heri Andreasen frá kanningarløgregluni ynskir ikki at upplýsa meira um málið.

Les eisini: Tvey fólk fongslað fyri harðskap móti barni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder