Innanlands

Fór av vegnum við traktori: Ávirkaður av rúsdrekka

Ein maður mátti í gjár bjargast úr einum traktori, sum er farin av vegnum í Kaldbak

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-01 07:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um hálvgun fimm tíðina í gjár fór ein maður av vegnum við traktori í Kaldbak.

Tá man kemur á staðið sær man, at her ruggar ikki alt rætt, og maðurin slapp at blása í alkometrið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tað vísti seg, at mátarin vísti yvir tað loyvda.

Av sjálvum óhappinum stóðst sum skilst ikki tann stóri skaðin, men maðurin varð kortini koyrdur á Landssjúkrahúsið. Blóðroynd skuldi jú takast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder