
Tað hevur bæði verið hált og nógvur vindur í morgun, umframt nógv jarðrok í ælunum í norðara og vestara parti av landinum.
Harvið hava koyrilíkindini ikki verið góð, og serliga tann eini bilførarin kom í trupulleikar fyrr í morgun.
Tað var við Norðragøtu, at bilurin fór á glið og fór útav vegnum. Tað var eisini nógvur vindur har.
Tað er nógvur kavi við vegjaðaran, og viðkomandi hevur rakt eina fonn. Bilførarin fekk ikki skaða og fekk hjálp at hála bilin uppaftur á vegin.
Heitt verður framvegis á bilførarar um at koyra varliga.
Í gjárkvøldið var friðarligt hjá løgregluni, men í Eysturoynni varð ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring. Nú verður bíðað eftir blóðroyndini, áðrenn revsing kann gevast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald