Innanlands

Forðaðu enn størri vatnskaða

Kommunan mátti bróta inn í eini hús í Hvalvík í gjár, og steðga rennandi vatni áðrenn størri skaði

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-11 13:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólk í Hvalvík varnaðust í gjár, at vatn rann úr einum húsum í bygdini. Eigarin var uttanlands, og tí máttu aðrir mátar takast í brúk.

Kommunan breyt í samráð við løgregluna inn í húsini, og fekk skrúvað fyri rennandi vatninum.

Húsini fingu nakað av skaða, men hetta steðgaði vónandi enn størri vatnskaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder