- Vit síggja dømi um, at nøkur foreldur ringja, senda tekstboð ella skriva privat boð til lærarar um kvøldið og uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at tey vænta, at lærarin er tøkur tá.
Nær kanst tú ringja ella skriva til ein lærara? Tað er ein grundleggjandi spurningur, og fyri summi er svarið: Altíð
Hetta er tó ikki rætt, heldur Jacob Eli S. Olsen. Í samrøðu við Skúlablaðið vísir formaðurin í Føroya Lærarafelagi á, at lærarar, eins og øll onnur, eisini hava tørv á at hava frið til at taka sær av sær og sínum, tá ið teir hava frí
- Er okkurt átrokandi, er tað í lagi, men kann tað bíða til dagin eftir í vanligari arbeiðstíð, eigur at vera bíðað
So hvørt sum miðlarnir eru blivnir fleiri, og samskiftismøguleikarnir somuleiðis, eru nógvir mátar at samskifta og koma í samband við hvønn annan. Foreldur brúka allar hesar møguleikar, og tað órógvar læraran nógv, skrivar Skúlablaðið.
- So kanst tú siga, at lærarin bara skal lata vera við at svara, men so einfalt er tað ikki, tí sær lærarin, at hann hevur fingið eini boð, ella at onkur ringir til hansara, so hugsar hann sum natúrligt er, at okkurt er áfatt, sum ikki kann bíða. Í øllum førum órógvar tað so mikið nógv, at lærarin ikki bara kann sleppa tí.
- Tað er tørvur á greiðum reglum fyri, nær vit eiga og kunnu ringja ella skriva til ein lærara, og nær foreldur kunnu vænta, at lærarin svarar. Vit eiga at hava greiðar reglur fyri, hvussu samskiftið millum læraran og foreldrini og millum skúlan og avvarðandi fer fram. Reglan kann vera arbeiðstelefon og arbeiðsteldupostur og ikki privattelefon og privatur teldupostur ella gjøgnum privatu vangarnar á sosialu miðlunum, vísir Jacob Eli S. Olsen á.
Kelda skulabladid.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald