Formansumfar verður mánamorgunin

Bárður á Steig Nielsen hevur sagt løgmanssessin frá sær, og løgtingið skal nú útnevna ein samráðingarleiðara at skipa nýggja samgongu. Tað verður gjørt við einari sonevndum formansumfar, sum verður mánamorgunin

Jógvan á Lakjuni er løgtingsformaður, til nývalda tingið er sett. Mánamorgunin fer hann at tosa við formenninar í politisku flokkunum á tingi at útnevna ein samráðingarleiðara, sum so sleppur at royna at skipa nýggja samgongu. (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan á Lakjuni er løgtingsformaður, til nývalda tingið er sett. Mánamorgunin fer hann at tosa við formenninar í politisku flokkunum á tingi at útnevna ein samráðingarleiðara, sum so sleppur at royna at skipa nýggja samgongu. (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-10 13:39 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Eftir løgtingsvalið stóð Javnaðarflokkurin sum stóri vinnarin við níggju tingfólkum. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður fyri Sambandsflokkin, segði valkvøldið, at hann ætlaði sær at royna at koma í samgongu, men at hann fór at virða fólkaræðið, um líkindi ikki vóru til, at Sambandsflokkurin fór at koma í samgongu.

Í gjár og í dag hava partarnir bíðað eftir, hvat ið Javnaðarflokkurin fór at siga. Serliga tveir samgongumøguleikar hava verið nevndir. Javnaðarflokkurin og Framsókn við ávikavist níggju og trimum tingfólkum, og so annaðhvørt Tjóðveldi ella Sambandsflokkurin. Tjóðveldi fekk seks tingfólk, og Sambandsflokkurin sjey.

Nú hevur Aksel Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, boðað frá, at flokkurin fyrst vil royna fyrra møguleikan, har Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru í samgongu. Somu flokkar vóru í samgongu árini 2015-19. Tann samgongan hevði havt 18 tingfólk, eitt tingfólk meiri enn 17, sum er tað minsta fyri at fáa meiriluta.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður segði við Kringvarpið á middegi, at hann hevur viðurkent støðuna, og at hann hevur boðað tingformanninum frá, at hann sigur løgmanssessin frá sær.

Stýrisskipanin hevur reglur fyri, hvussu nýggjur formaður verður tilnevndur. Jógvan á Lakjuni stillaði ikki upp á løgtingsvalinum, men situr kortini sum løgtingsformaður, til nýggja tingið er sett. Hann sigur við Portalin, at formansumfar verður mánamorgunin.

Fyrst kemur Bárður á Steig Nielsen inn til løgtingsformannin í hølunum hjá løgtingsformanninum. Hann fær handað fráfaringarskriv. Landsstýrið verður tó sitandi sum starvsstjórn, til nýggjur løgmaður og nýtt landsstýri tekur við.

Eftir tað koma formenninir fyri teir valdu flokkarnar ein og ein eftir stødd og siga løgtingsformanninum frá, hvønn teir peika á sum samráðingarleiðara. Tann, sum hevur fingið flestar atkvøður sum samráðingarleiðari, fær so formliga mandat til at royna at skipa samgongu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder