
Gróthúsið ytst á bakkanum er nú so hótt, at avgjørt er at taka tað niður og endurreisa tað nakrar metrar longur inni í lendinum. Landsverk og Tjóðsavnið hava í nøkur ár samstarvað um at gera bakkaverjur, har fornminni eru hótt.
Í hesum sambandi varð ein fyribils verjugarður bygdur undir søguliga gróthúsinum. Hesin verjugarður er nú við at rapa og má takast niður aftur. Hetta arbeiðið er farið í gongd, so at klárt er at fara undir fornfrøðiliga útgrevsturin í komandi viku.
Í juni verður fornfrøðiligur útgrevstur á Sondum. Útgrevsturin av bakkanum er eitt samstarv millum fornfrøðideildina á Tjóðsavninum og granskarar frá Aarhus Universiteti. Afturat sær hava granskararnir 14 fornfrøðilesandi við sær frá Aarhus Universiteti.
Búsetingin er áður kannað við smærri royndarútgrevstrum í bakkanum, bæði í 1994 og aftur í 2006–2007, tá C-14 royndir vórðu tiknar. C-14 tíðarfestingar av byggkornum, funnin undir víkingaldar langhúsi, vístu á, at fólk hava vitjað í oyggjunum millum ár 300 og 500 og millum 500 og 700, altso minst 300 ár áðrenn norrøna landnámið um ár 800.
Endamálið við útgrevstrinum er at fáa meira vitan um fornminnini á staðnum, áðrenn tey fara í havið. Útgrevsturin kann geva eina betri fatan av fyrstu norrønu búsetingunum í Føroyum og útbreiðsluni í Norðuratlantshavi – kanska eisini av eldri vitjanum áðrenn víkingatíð í oyggjunum.
Í fornfrøðiliga útgrevstrinum verða nýggir náttúruvísindaligir arbeiðshættir og betri tíðfestingarhættir brúktir, sum vónandi geva nýggjar upplýsingar um fyrstu búsetingarnar í Føroyum. Hetta eru hættir, sum Aarhus Universitet hevur granskarar og serstakar starvsstovur til.
Eitt annað týdningarmikið endamál við útgrevstrinum er at skúla fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti í føroyskari fornfrøði, umframt at geva teimum møguleika at arbeiða í Føroyum saman við starvsfeløgum frá Tjóðsavninum.
Tað er Tjóðsavnið, ið stendur fyri útgrevstrinum á Sondum. Fólkini frá Aarhus Universiteti koma við Norrønu sunnudagin. Smyril Line hevur stuðlað ferðini. Tey steðga í tríggjar vikur.
Kelda: Tjóðsavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald