Innanlands

Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt semju við Finansforbundet

Føroya Arbeiðsgevarafelag undirskrivaði fríggjadagin semju við Finansforbundet

Mynd: Inudstry.fo

Mynd: Inudstry.fo

2019-04-15 15:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet undirskrivaðu fríggjadagin nýggjan sáttmála.

Sáttmálin er longdur í tvey ár, og lønarhækkingin er 3,20% 1. árið og 2,56% 2. árið. Harumframt vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.

Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði 1. mai 2018, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder