Innanlands

Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt semju við YTF

8. apríl var komið á mál við samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF

Mynd: Industry.fo

Mynd: Industry.fo

2019-04-15 13:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

8. apríl var komið á mál við samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF.

Partarnir longdu sáttmálan í tvey ár og samdust um eina lønarhækking á 3,20% 1. árið og 2,56% 2. árið, skrivar Vinnuhúsið. Harumframt vóru aðrar broytingar og tillagingar í sáttmálanum.

Talan er um sama karm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrundini, sum byrjaði 1. mai 2018.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder