2025-10-22 18:35

Nú sleppa miðlafólkini til samráðingarborðið.
Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk handaðu hvørjum øðrum krøvini mánadagin 21.oktober.
Hetta var tíggju dagar áðrenn, at verandi sáttmáli millum partarnar gongur út. Tað ger hann 31. oktober.
Sambært industry.fo byrja samráðingarfundirnir í næstu viku, viku 44.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald