Innanlands

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivað semju

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. november 2023 á 3,80 prosent, og tann 1. november 2024 á 4,04 prosent

(Mynd: Vinnuhúsið)

(Mynd: Vinnuhúsið)

2023-10-23 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 20. oktober undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk nýggjan tvey ára sáttmála fyri miðlafólk í privata geiranum.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. november 2023 á 3,80 prosent, og tann 1. november 2024 á 4,04 prosent.

Hetta er á sama støði sum í øðrum sáttmálum, ið eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi, skrivar Vinnuhúsið.

Tað vóru Jón Brian Hvidtfeldt og Jórun Gardar, sum undirskrivaðu semjuna fyri ávikavist Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder