2026-06-29 16:10
Føroya banki boðar frá rentuhækkingum hjá bæði privat- og vinnukundum.
Broytingarnar verða framdar av handilsligum ávum og orsakað av broyttu rentunum hjá Tjóðbankanum og yvirskipaðu gongdini á marknaðinum, skrivar bankin í tíðindaskrivi.
Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at evropeiski miðbankin og síðani danski tjóðbankin boðaðu frá, at rentur teirra hækka við 0,25 prosentstigum.
Føroya banki boðar frá, at bæði innlánsrenturnar og útlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 prosentstigum.
Broytingarnar koma í gildi 27. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald