Innanlands

Føroya Bjór við ólavsøkubryggi

Nýggj øl komin í sølubúðirnar

2018-07-16 07:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú tjóðarhátíðin stundar til, hevur Føroya Bjór bryggjað eitt serstakt ólavsøkubryggj prýtt við eyðkendum føroyskum litum.

Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór, sigur:

- Ólavsøkubryggið er ein serstøk samanseting av malti, humlu og føroyskum urtum. Ólavsøkubryggj hóskar serstakliga væl til føroyskan mat og til ólavsøkuborðið og vit vóna, at føroyingum fer at dáma væl nýggja bryggið.

Ólavsøkubryggið fæst í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og í handlunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins sum 0,33 cl. fløska.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder