Mentan

Føroya elsti róðrarbátur kemur heim til Føroya

Hvanngarðurin, sum væntandi bygdur um 1830, verður seinni í mánaðinum lagdur afturat Báta- og listasavninum í Leirvík

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2025-05-18 11:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðst í mai legst ein bátur afturat vælumtókta Báta- og listasavninum í Leirvík, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.

Talan er um bátin Hvanngarðurin, sum væntandi er Føroya elsti róðrarbátur. Hvanngarðurin hevur verið farma- og grindabátur hjá syðrugøtumonnum, og er smíðaður um ár 1830 ella stutt aftaná.  

Hvanngarðurin hevur staðið væl vardur á ymiskum søvnum í Oslo, men byrjar í næstu viku heimferð sína. 

Farma- og grindabátur 
Báturin er eitt tíggjumannafar og slíkir stórir bátar hava ikki verðið brúktir stórvegis til útróður, men heldur sum farma- og grindabátar. 

Sum farmabátur var Hvanngarðurin mest nýttur til Havnarferðir og sum grindabátur til grindir norðuri í Sundum. 

Báturin var eisini nýttur sum ferðabátur av Skálafirði, nú hann væntandi stóð undir Gøtueiði við Skálafjørðin. 

At tíggjumannafør ikki hava verið heilt vanlig, sæst av einari skráseting av øllum bátum í Føroyum, ið varð gjørd í 1903. Her sæst, at bara 23 tíggjumannafør, umleið 1,5 prosent af øllum flotanum, vóru skrásett og av hesum vóru bert 10 skrásett við árum.  

Í samband við at nýggi báturin kemur til Eysturkommunu, verður almenn móttøka á Báta- og listasavninum Krists himmalsferðardag, 29. mai, frá kl. 15.  

Báturin verður framyvir at síggja sum partur av framsýningini á Báta- og listasavinum í Leirvík, skrivar Eysturkommuna.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder