Tað sum hendi á tí fundinum er av so stórum almennum áhuga, at tað burdi komið fram. Vit fáa ikki innlit í tað, men á annan hátt hava vit fingið at vita hvat hendi á fundinum, og tað sleppa vit ikki at bera fram.
Hetta sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, um at stovnurin í gjár fekk fútabann at greiða Føroya fólki frá, hvat hendi á fundi millum kinesiska sendiharran og føroyskar myndugleikar tann 11. november.
Kringvarpið fekk fútabann tjúgu minuttir áðrenn Dagur & vika skuldi í luftina (Skíggjamynd: KVF)
Helst hevur evnið á fundinum hevur verið Føroya Tele, Huawei og trygd, men tað er ilt at siga.
Eitt slíkt fútabann skal roynast í rættinum innan sjey dagar, og hesum bíða tey eftir í Kringvarpinum í løtinum, men hvat ger Kringvarpið um fútabannið stendur við.
- Tað mugu vit taka til tað tíð. Eg má siga sum er, at tað stríðir mínum journalistiska tilviti, at liggja inni við upplýsingum sum vit ikki sleppa at bera Føroya fólki, og sum kann hava týdning fyri allar føroyingar, sigur Georg L. Petersen við útvarpið.
Les eisini: Fútabann tjúgu minuttir áðrenn Dag & viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald