Innanlands

Føroya Kærustovnur: Føroya Tele hevur hevur brotið kappingarlógina

Kærustovnurin hevur staðfest avgerðina, sum Kappingarráðið tók 20. apríl

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-07-14 18:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

20. apríl tók Kappingarráðið avgerð um, at FT Samskifti hjá Føroya Tele hevði misnýtt sína ráðandi støðu í sambandi við, at felagið 25. apríl í 2018 lat øllum verandi fartelefonikundum 100 GB av data og gav nýggjum kundum, sum skiftu yvir til Føroya Tele, sama tilboð.

Hetta, fyri at Datarull, sum Nema hevði bjóðað sínum kundum, ikki skuldi fáa undirtøku.

– Kappingareftirlitið var á eftirlitsvitjan hjá Føroya Tele tann 21. januar 2021 og tók speglingar av KT tólbúnaði. Í speglingunum var millum annað teldupost samskifti hjá leiðslupersónum og serfrøðingum í Føroya Tele.

– Ein gjøgnumgongd av hesum tilfari staðfesti tann varhuga sum Kappingareftirlitið hevði um, at gávan hevði eittans endamál og tað var at tryggja at Datarull, sum P/f Nema hevði bjóða sínum kundum tann 18. apríl 2018, ikki skuldi fáa undirtøku á marknaðinum. Tað er komi fram í sambandi við viðgerðina av málinum, at Føroya Tele sá Datarull sum eina hóttan í móti tí hátti fartelefoni hald verða seld í Føroyum, skrivar Kappingareftirlitið.

Og 4. juli staðfesti Føroya Kærustovnur avgerðina hjá kappingarráðnum, og tað fegnast Heri Joensen, formaður í Kappingarráðnum um

– Eg eri glaður fyri at henda avgerð er endaliga staðfest í fyrisitingini. Talan er um eina framferð sum eftir okkara tykki er eitt greitt brot á §11, stk. 1 í kappingarlógini, hóast at brotið er óvanligt. Talan er um eina framferð sum kann lata seg gera í Føroyum, tí at marknaðarumstøður eru serligar. Føroya Tele hevur ein marknaðarpart á 70% ella meir á øllum fjarskiftismarknaðum og innan fartelefoni hald til húskið er hann áleið 75%. Hetta sær man ikki aðrastaðni.

Føroya Tele hevur møguleika at leggja úrskurðin hjá Føroya Kærustovni fyri Føroya rætt, men hetta skal gerast í seinasta lagi átta vikur eftir at Føroya Tele hevur fingið úrskurðin, skrivar Kappingareftirlitið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder