
Landsstýrið tekur undir við fráboðanini, ið 30 lond hava undirritað, um at kríggið í Gasa má fáa ein enda beinanvegin. Tað boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá í skrivi á heimasíðu síni í dag.
Fráboðanin ljóðar soleiðis:
Gongdin í krígnum er ørkymlandi og støðan í Gasa er hættislig. Nýggjastu uppskotini um at tvingsilsflyta íbúgvarnar í Gasa, høvdu verið brot á altjóða humanitera lóg. Samstundis gera umstøðurnar kring útvegan av neyðhjálp atgongdina til grundleggjandi veitingar lívshættisliga hjá neyðstøddum í Gasageiranum. Mett verður eisini, at uppskot um demografiskar broytingar í teimum hersettu palestinsku økjunum skerja grundarlagið fyri eini loysn við tveimum ríkjum. Somuleiðis sita gíslar framvegis í varðhaldi og eiga allir gíslar at verða treytaleyst leyslatnir alt fyri eitt.
Allir partar í vápnaðum stríði skulu halda altjóða og humanitera lóg, og taka øll neyðug stig til tess at verja sivil, undirstøðukervi og virksemi í økjum rakt av kríggi.
Føroya landsstýri tekur undir við áheitanini um eina skjóta, treytaleysa og varandi vápnahvíld.
Tey 30 lond, sum frammanundan hava skrivað undir fráboðanina eru hesi: Avstralia, Eysturríki, Belgia, Kanada, Kypros, Danmark, Estland, Finnland, Frakland, Ísland, Írland, Italia, Grikkaland, Japan, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Malta, Niðurlond, New Zealand, Noreg, Poland, Portugal, Slovakia, Slovenia, Spania, Svøríki, Sveits og Bretland.
Ensktmælta fráboðanin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald