Føroya rættur ger á heimasíðu sínari vart við svíkar, ið ringja til avvarðandi, og siga seg arbeiða hjá skiftirættinum, og ringja í samband við deyðsbúgv sum er til viðgerðar í skiftirættinum. Tey sum ringja biðja um persónligar upplýsingar, so sum p-tal ella nem-id.
Føroya rættur vil gera vart við, at teirra arbeiðsmannagongdir forða fyri, at tey spyrja um loynir ella á annan hátt vilja hava atgongd til persónlig viðurskifti, uttan umvegis tey skjøl sum innganga í viðgerðini av deyðsbúnum.
Føroya rættur heitir á fólk um, at undir ongum umstøðum geva nakrar persónliga upplýsingar víðari umvegis skjótboð, sosialir miðlar ella í telduposti.
Kelda: Føroyar rættur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald