2025-06-06 21:57

Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir 29. november. Fyrireikararnir Epic Live leggja upp til ársins veitslu í Føroya størsta veitsluhøli.
Har eru nógv arbeiðspláss, bindiklubbar, ítróttarlið ella vinarbólkar, sum halda jólaborðhald saman, og sum hava tørv á onkrum nýggjum íblástri. Hetta tiltakið er møguleikin hjá øllum hesum at vera partur av onkrum enn størri, við tí besta undirhaldinum í teimum bestu karmunum.
Har verður borðreitt við eini trírætta matskrá og nógvum góðu í glasið. Eisini verður Føroya besta undirhald, skemt, tónleikur, felagssangur og eitt risa dansigólv við túsundavís av veitsluhugaðum føroyingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald