Heili 14 handlar luttaka, og út við 30 modellir fara at vísa fram heystmótan í Føroyum. Eftir sýningina hava fleiri handlar opið til klokkan 22. Dyrnar lata upp kl. 19.30.
Afturat stóru mótasýningini, har HÚS fer at diska, vera goodiebags, munnbitar, myndatøka og loyniligur kassi á skránni. Sum nakað nýtt verður mótasýningin í niðastu hædd, sigur SMS.
Íblástur til heystmótan
Nú er summarið av og handlarnir eru farnir frá summarklæðunum til heystklæði. Mótin í heyst ber brá av nógvum litum, mynstrum og ymiskum tilfari, eitt nú leopardprinti, kovboyi og floyali og litum sum reyðum, gulum og brendum appelsingulum.
- Vit fáa sostatt møguleika at spæla okkum við bæði litir og tilfar í heyst, sum kemur væl við hesa ársins tíð, sum mangan kann vera grá og tung. Allir 14 handlarnir fara tískil at geva okkum íblástur til heystmótan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald