![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Orkestrið framførir Beethoven í Løkshøll fríggjakvøldið og í Hátúni leygardagin. Catherine Larsen-Maguire stjórnar orkestrinum og Jóhannes Andreassen er solistur.
Ludvig Van Beethoven er á skránni til fyrstu konsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri í ár. Verkini, ið verða framførd, eru Coriolan-ouverturan, klaverkonsert nr. 4 og tann 4. symfoniin.
Í 2020 vóru tað 250 ár síðan Ludwig Van Beethoven varð føddur. Hetta bleiv hátíðarhildið við fagnaðarkonsertum um allan heim. Føroya Symfoniorkestur fagnaði í hesum sambandi eisini tónaskaldinum og framførdi kendu 9. symfoniina í fullsettum Norðurlandahúsi.
Catherine Larsen-Maguire
Gestadirigentur
Hesuferð fær orkestrið vitjan av dirigentinum Catherine Larsen-Maguire. Catherine er ættað úr Onglandi og er búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari, men hevur seinastu mongu árini ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin.
Føroyskur solistur
Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaverkonsert nr. 4.
Jóhannes hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki. Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.
Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995.
Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald