Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð (FUR) 4. juli 2020 varð Rói B. Poulsen afturvaldur sum formaður í felagnum.
Nývald í starvsstjórnini eru Bogi J. Petersen frá felagsskapinum CISV-barnalegur og Silja Av Reyni Wennerström frá Sosialistisk Ung og Amnesty Ung.
Starvsstjórnin er, umframt formaðurin Rói B. Poulsen, mannað soleiðis:
Ebba Sofía Kruse, Dramaverkstaðið
Brandar Heðinsson, Unga Tjóðveldi
Ragna Maja Kruse, Dramaverkstaðið
Bogi Petersen, CISV barnalegur
Silja Av Reyni Wennerström, Sosialistisk Ung og Amnesty Ung (eykanevndarlimur)
Asta Abrahamsen, KFUM skótarnir í Føroyum (eykanevndarlimur)
FUR er felagsumboð fyri í alt 49 barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum, harav 20 limafeløg og 29 lokalfeløg.
FUR umboðar umleið 4.000 børn og ung í Føroyum, sum eru virkin í sjálvbodnum felagsskapum við fjølbroyttum frítíðarvirksemi innan sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, lestrarumbýti, skótar og annað barna- og ungdómsarbeiði kring alt landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald