
Leygardagin 2. september verður árliga tiltakið hjá Ítróttarfelagum Frælsi, har runnið/gingið verður úr Gásadali til Sandavágs. Hetta er 10. ferðin skipað verður fyri Føroya vakrasta hálvmaraton (#FVHM).
Higartil hava yvir 700 luttakarar teknað seg til at ganga ella at renna teinin á 21.0975 km. Freistin at tekna seg ella at gera broytingar í tilmeldingini er 26. august. Lagt verður upp til, at tey sum megna at gjøgnumføra teinin innan 3 tímar, tekna seg til at renna.
#FVHM er eitt heildagstiltak. Tað er veitsludámur her vesturi, rutan er einastandandi vøkur og á túrinum er livandi tónleikur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt: Heilt frá ídnastu rennaranum vit hava, til tey, sum njóta ein gongutúr og allar variatiónir har ímillum. Fleiri arbeiðspláss luttaka, bólkar av vinfólki og so framvegis.
Eitt ávíst luttakaratal eru útlendingar og hetta setir sín dám, tá tú kemur móti málinum við flaggrøðini Vága kommuna setur upp á hvørjum ári. Higartil eru luttakarar frá 10 ymiskum londum, sum koma at renna úr Gásadali til Sandavágs.
Tú stuðlar tá tú luttekur í Føroya vakrasta hálvmaratonn
Eins og undanfarin ár fara 100 kr av luttøkugjaldinum til Krabbameinsfelagið, og rennarar kunnu eisini velja at stuðla við meira.
Ítróttarfelag Frælsi letur eisini altíð stuðul til Beran í sambandi við #FVHM. Berin er sorgarbólkur fyri børn, ið hava mist ein av sínum nærmastu.
Gásadalstunnilin og Vatnavegurin stongdir
Fyri trygdina hjá teimum sum luttaka verður Gásadalstunnilin stongdur frá klokkan 9.45 til klokkan 11.30 og Vatnavegin frá klokkan 11.30 til klokkan 13 á degnum. Frá klokkan 13 til klokkan 14 verður skipað konvoykoyring frá rundkoyringini við FK í Miðvági til flogvøllin.
Koma á mál við Sandavágs kirkju
Tey sum tekna seg til #FVHM møta í ítróttarhøllini á Giljanesi, har startnummar verður heintað. Síðan verða luttakararnir førdir við bussum frá Giljanesi til Gásadals.
Tey sum luttaka við at ganga túrin fara klokkan níggju og ímeðan tey sum skulu renna fara frá Giljanesi klokkan 10. Skotið verður í gongd klokkan 10 hjá gangarum og kl. 11.00 hjá rennarum í Gásadali.
Tá komið verður á mál við Sandavágs kirkju, fáa øll tey sum hava gjøgnumført teir 21.0975 kilometrarnir eitt heiðursmerki fyri luttøku skapað sum Vágar, har rutan runnið ella gingið hevur verið eisini er markera. Myndaboksin verður eisini til staðar á málinumAftaná bjóðar Ítróttarfelagið Frælsi ein miðmála, á Giljanesi.
Ítróttarfelagið Frælsi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald