Seint hóskvøldið varð vinnarin av FM í Counter-Strike: Global Offensive funnin. Talan er um lið í Elektrondeildini, sum besta gamingdeildin í Føroyum eitur.
Tað var liðið Team Ballast, sum vann finaluna móti BSG.
Team Ballast hevði eina trupla hálvfinalu móti Team Spacecowboys, og eina løtu stóð so illa til, at tað vóru tríggir móti einum. Men Jógvan Martin “LAZ” Joensen gjørdi bart og tryggjaði Team Ballast finaluplássið.
BSG hevði ikki stórvegis trupulleikar av Team TT í sínari hálvfinalu.
Men sum nevnt, so var tað Team Ballast sum streyk avstað við sigrinum og harvið FM-heitinum 2018. Umframt heiðurin og steyp fekk liðið 10.000 krónur í reiðum peningi, gávukort á 15.000 krónur frá Power og gávukort á góðar 2000 krónur frá Pizza 67.
Vinningar virði á 58.000 krónur vóru latnir vinnandi liðunum, og hetta er tað mesta í Føroyum nakrantíð.
Tað er eSport.fo, sum skipar fyri kappingini.
Í brotinum omanfyri sæst støðan hjá LAZ í hálvfinaluni.
Føroyameistarar eru:
Jákup Viljam "exirpit" Dam (Captain)
Jógvan Martin "LAZ" Joensen
Martin "UnluckyBird" De Fries Justinussen
Ragnar "Grindaboð" Kruse
Petur Ingvar "HappyFeet" Bjellvåg.
Hanus "Heimardinker" Jóhansson
Nummar 2 gjørdust:
Bjarni "Frosty" Zachariasen (Captain)
Hans "FaroeMystic" Jakobsen
Heðin "HMonster" Mortensen
Fríði "FrusaZ" Lómstein Zachariasen
Hermann "HolmesJunior" Joensen
Christa R. Weihe, samskiftisfólk á Elektron, handaði vinningin til FM-vinnararnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald