5,2 milliónir krónur vórðu savnaðar inn, tá Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið fyri 11 árum síðani skipaðu fyri fyrsta tiltakinum undir heitinum "Føroyar móti krabba". Í ár verður tiltakið aftur á skránni.
Leygarkvøldið 28. mars skipa Krabbameinsfelagið, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya í felag aftur fyri stóra innsavningartiltakinum “Føroyar móti krabba”, sum verður sent beinleiðis úr Norðurlandahúsinum, boðar Krabbameinsfelagið frá í tíðindaskrivi.
Í sendingini verður borðreitt við tónleiki, hjartanemandi innsløgum, skemtiligum undirhaldi og samrøðum - alt fyri at savna pening inn til fjølbroytta arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum, ið nú hevur góð 40 ár á baki. Eisini verða andlit og lagnur frá innsavningartiltakinum í 2009 at síggja aftur í sendingini “Føroyar móti krabba” 2020.
Krabbameinsfelagið vísir á, at krabbameinstilburðirnir økjast í tali, og seinastu 30 árini er talið nærum tvífaldað.
– Krabbamein rakar okkum øll, so ella so. Umleið triði hvør føroyingur fær staðfest krabbamein einaferð í lívinum, og tí eru nógv avvarðandi, børn, makar, familja, vinir og starvsfelagar. Fleiri hava mist, og fleiri hava yvirlivað. Tað munnu vera fá í Føroyum, sum ikki hava havt samband við krabbamein. Leygarkvøldið 28. mars varpa vit ljós á hetta. Tað gera vit við at standa saman móti krabba og við at stuðla Krabbameinsfelagnum í teirra arbeiði, sigur Krabbameinsfelagið, sum leggur afturat, at hvør króna telur.
– Málið hjá Krabbameinsfelagnum er áhaldandi at berjast móti krabba – við at stuðla gransking, upplýsa um, hvussu krabbamein kann fyribyrgjast og ikki minst við at lætta um og hjálpa teimum, sum eru rakt av krabba. Vit gleðast um, at tað enn einaferð ber til at hava “Føroyar móti krabba”, og at vit á henda hátt kunnu biðja Føroya fólk um stuðul, so vit kunnu røkka málinum, sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.
Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum sigur, at Kringvarpið sum public service stovnur sjálvsagt er við í tiltakinum, sum er viðkomandi fyri allar Føroyingar.
– Vit kenna øll onkran, sum hevur ella hevur havt krabbamein. Hetta verður nógv tann størsta einstaka sjónvarpsframleiðslan í ár, men vit megna at lyfta hana í góðum samstarvi við Krabbameinsfelagið og Norðurlandahúsið, sigur hann.
– Gjøgnum gransking og menning av heilivági, kunnu vit saman vinna stríðið móti krabba. Vit vilja liva í einum samfelagi, har tey, sum verða rakt, fáa ta umsorgan og stuðul, teimum tørva, tí stuðla vit "Føroyar móti krabba", sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.
Meira um tiltakið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald