Mentan

Føroyar rigga væl til nakinmyndir

Tað sigur danski myndamaðurin Benny Rytter við local.fo

Legacy - Tjørnuvík (Model: Lilth Etch)

Legacy - Tjørnuvík (Model: Lilth Etch)

2018-09-03 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nude photography ella nakinmyndir í Føroyum gerst alsamt vanligari. Seinastu árini hevur danski myndamaðurin Benny Rytter vitjað í Føroyum og tikið myndir av vøkru føroysku náttúruni og vøkrum kvinnum.

Føroyar er ikki nakað nýtt fyri danan. Hann búði í Føroyum fyrst í 1970unum, tá pápi hansara var stjóri á flogvøllinum í Vágum. Hann sigur við local.fo, at tað er ein gáva at arbeiða í føroysku náttúruni.

- At arbeiða í vøkru, harðbalnu og fjøltáttaðu náttúruni í Føroyum er ein gáva við nógvum møguleikum. Eg viðmæli øllum, sum taka nakinmyndir, at vitja Føroyar, sigur hann.

Á local.fo er myndarøð við myndum, sum Benny Rytter hevur tikið í Føroyum. Síggj myndir her


Sí eisini: Nýggj heimasíða: Lítið klæddar føroyskar kvinnur uttan sensur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder